Í dag byrjaðu upptøkurnar til føroysku krimirøðina TROM, sum Torfinnur Jákupsson hevur skrivað við støði í krimibókum hjá Jógvan Isaksen.
Í høvuðsleiklutunum eru danski sjónleikarin Ulrich Thomsen og Olaf Johannessen.
Í dag verður tikið upp í Havn, og talan er bæði um uttandura og innandura upptøkur. Seinni í vikuni verður tikið upp aðrastaðni.
Eftir ætlan verða upptøkurnar lidnar um miðjan juni, sigur Jón Hammer, framleiðari, við Útvarpið.
Røðin verður í seks pørtum, sum skulu latast inn í desember, og síðani verða teir at síggja fyrst í komandi árinum á m.a. Viaplay.
Í sambandi við upptøkurnar legði løgreglan eina fráboðan út á Facebook við eini áheitan á fólk um at vísa tolsemi.
– Í samband við upptøkurnar kann væntast óreglusemi við ferðsluni, so tit verða vinarliga biðin um at vísa tolsemi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald