Í dag verða nakrar av størstu senunum í krimisendirøðini TROM tiknar upp í Sandagerði.
Upptøkurnar eru byrjaðar, men framleiðararnir boða sambært Tórshavnar kommunu frá, at fleiri statistar eru vælkomnir at koma ein túr framvið fram til klokkan 19 í kvøld.
– Øll eru vælkomin, og tað ger heldur einki, um nógv taka bilin við, so tað sær út av nøkrum.
Um røðina
Torfinnur Jákupsson hevur skrivað leiklitið til TROM, eina krimirøð í seks pørtum, sum byggir á bøkur hjá Jógvani Isaksen um journalistin Hannis Martinsson.
Fyrra helvt av sendirøðini verður leikstjórnað av Kasper Barfoed, og seinna av Davið Óskari Ólafssyni.
Høvuðsleiklutirnir verða mannaðir av bæði føroyskum og donskum sjónleikarum, m.a Ulrich Thomsen, Olaf Johannesen og Mariu Rich.
Filmsupptøkurnar byrjaðu í mars, og verða væntandi lidnar hálvan juni. Eftir ætlan verður røðin tøk fyrst í komandi árinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald