2024-12-14 09:43

Sunnudagin 15. desember letur upp listaframsýning við Tróndur Patursson.
Framsýningin umfatar, málningar, steinprent og glaslist.
Fernisering verður sunnudagin klokkan 16:00, og kemur Sirið Stenberg, varaløgkvinna og landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum at røða.
Eisini verður tónleikur umframt okkurt lætt og leskandi til góman. Møguleiki verður at heilsa uppá listamannin sjálvan.
Framsýningin hongur uppi til seinast í januar 2025.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald