Hóast tað ikki er staðfest við 100 prosent vissu, so er tað nú greitt, at Donald Trump fer at vinna amerikanska forsetavalið.
Sí eisini: Trump hevur vunnið Pennsylvania
Nú 78-ára gamli vinnulívsmaðurin varð í januar 2017 svorin í eið sum forseti nummar 45 í røðini, og í januar 2025 vendir Trump aftur í Hvítu Húsini.
Hann sær út til at taka allar seks sveiggj-statirnar, sum Joe Biden vann í 2020, aftur.
Nú Pennsylvania er staðfest sum reytt, og Wisconsin eisini endaliga fer til Donald Trump skjótt, kundi republikanarin fyri løtu síðani halda eina sigursrøðu fyri sínum spentu og ovurfegnu fjepparum á valveitslu í Florida.
- USA, USA, USA.
Hetta ljóðaði, meðan Trump kom á pallin og byrjaði við at siga: "Wauw". Hann takkaði skaranum og skýrdi hetta "eina rørslu, sum man ongantíð hevur sæð fyrr í USA".
Hendan rørslan fer nú at gera mun aftur og hjálpa landinum og lekja tað, helt Donald Trump fyri.
Sí eisini: Republikanararnir hava tryggjað senatið
Hann takkaði sínari familju og Elon Musk og teimum mongu - og ymisku fólkunum - sum hava stuðlað sær. Republikanarin staðfesti seg sum sigursharra.
Kamala Harris er framvegis ikki komin við nakrari útsøgn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald