
Í døgunum 17. til 19. september vitjar amerikanski forsetin, Donald Trump í Stórabretlandi, har hann skal hitta Charles kong, upplýsir Buckingham Palace sambært fleiri tíðindastovum.
Bretsku kongshjúnini Charles kongur og Camilla drotning, taka ímóti amerikonsku forsetahjúnunum, Donald og Melaniu Trump á Windsor-borgini.
Tað var longu í februar, at Trump varð boðin at vitja kongin í Stórabretlandi. Hann fekk innbjóðingina í sambandi við vitjan hjá bretska forsætisráðharranum, Keir Starmer í Washington D.C.
Um innbjóðingina segði Trump, at tað var ein heiður at verða boðin á vitjan hjá kongi, sum hann segði seg hava gott samband við.
Undir sínum fyrra valskeiði sum forseti - í 2019 - vitjaði Trump mammu Charles kong, Elizabeth drotning. Tað er siðvenja, at amerikanskir forsetar, sum longu hava verið á statsvitjan hjá bretum undir teirra seinna valskeiði verða bodnir til ein meira óformellan miðmála á Windsor-borgini. Soleiðis var m.a. eisini við undanmonnunum hjá Trump, Barack Obama og George Bush.
Donald trump hevur eitt tætt samband við Stórabretland, av tí at mamma hansara er fødd í Skotlandi, har Trump eisini eigur eitt golffrítíðarstað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald