Uttanlands

Trump ákærir Suðurafrika fyri dráp á hvítar bóndur

Suðurafrikanski forsetin undir ógvusligum skuldsetingum undir vitjan í Hvítu húsunum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-05-22 07:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vitjanin hjá suðurafrikanska forsetanum, Cyril Ramaphosa, í Hvítu húsunum í Washington í gjár endaði í ógvusligum orðadrátti, har verturin, Donald Trump, skuldsetti Suðurafrika fyri fólkamorð móti hvítum bóndum. Nakað, sum fleiri granskarar, felagsskapir og suðurafrikanska stjórnin hava víst aftur fleiri ferðir.

Fundurin í eggrundu forsetaskrivstovuni minti nógv um fundin í februar, tá ukrainski forsetin, Zelenskyj, var á vitjan.

Donald Trump gav boð um av spæla eitt videobrot, sum sambært honum snúði seg um fólkadráp í Suðurafrika.

Ramaphosa sat kvirrur og hugdi eftir filminum.

- Eg vil fegin vita, hvat hetta er hent, tí hetta havi eg ikki sæð fyrr, segði hann eftir filmssýningina.

Trump hálaði eisini ein bunka av pappírum fram.

- Her eru greinir, skrivaðar hesar seinastu dagarnar. Deyð, deyð, deyð, ræðuligur deyði, segði Trump.

- Hvítir suðurafrikanarar flýggja orsaka av rasismu og harðskapi.

Trump endurtók fleiri ferðir, at hvítir bóndur verða forfylgdir í Suðurafrika:

- Tey taka land og drepa hvítar bóndur, segði Trump á fundinum:

- Og tá tey drepa hvítar bóndur, hendir einki.

Hetta upáhaldi royndi Ramaphosa at vísa aftur.

- Tíverri finst lógloysi í okkara landi. Men meginparturin av teimum, sum verða dripin, eru svørt, vísti afrikanski forsetin á.

Ramaphosa royndi seg við skemti eftir at eitt tíðinafólk hjá NBC setti Trump spurningar viðvíkjandi flogfarinum, sum Trump nú fær sum gávu frá Katar, og sum hann hevur fingið nógvan kritikk fyri.

- Eg eri harmur um, at eg ikki havi eitt flogfar at geva tær, segði Ramaphosa og flenti.

- Tað vildi eg ynskt, at tú hevði, svaraði Trump, og legði afturat:

- Um land títt bjóðaði eitt flogfar, vildi eg tikið ímóti tí.

Trump hevur fyrr fleiri ferðir skuldsett Suðurafrika fyri at fremja dráp móti hvítum bóndum. Hann hevur eisini bjóðað nøkrum teirra friðskjól í USA, so tey kunnu “flýggja undan harðskapinum”.

Vreiðin hjá Trump byrjaði, tá Suðurafrika samtykti eina lóg, sum undir serligum umstøðum ger tað møguligt at ognartaka jørð uttan at rinda endurgjald fyri ognartøkuna.

Nakað, ið Trump á fundinum kallaði ‘øvugt apartheid’.

Suðurafrikanski forsetin vísti á, at hansara landbúnaðarráðharri er hvítur.

- Hann er vorðin partur av stjórn mínari júst fyri at taka sær av teimum avbjóðingum, sum tú førir fram.

Ríkmaðurin Elon Musk, ið upprunaliga er suðurafrikani, hevur eisini funnist at støðuni hjá hvítum jarðeigarum. Musk var til staðar undir vitjanini hjá Ramaphosa í Hvítu húsunum, men hann blandaði seg ikki í orðadráttin.

Nógv er upp á spæl fyri Suðurafrika ávitjanini. Suðurafrika hevur stóran samhandil við USA, og fleiri hundratúsund suðurafrikansk arbeiðspláss eru í vanda, um tað ikki eydnast at fáa eina góða handilsavtalu við USA í lag, skrivar dr.dk.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder