Uttanlands

Trump: Allir gíslar skulu úr Gaza alt fyri eitt

Á tíðindafundi undir vitjan sínari í Stórabretlandi í gjár segði amerikanski forsetin, at hann vildi hava allar gíslar leyslatnar úr Gaza, og eisini ásannaði hann, at kríggið í Ukraina er ein størri avbjóðing at loysa enn væntað

Amerikanski forsetin, Donald Trump vitjaði hósdagin bretska forsætisráðharran, Keir Starmer (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump vitjaði hósdagin bretska forsætisráðharran, Keir Starmer (Mynd: EPA)

2025-09-19 11:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Eg eri vónsvikin av Putin.

Soleiðis segði amerikanski forsetin, Donald Trump m.a. um russiska forsetan, Vladimir Putin á tíðindafundi í gjár í sambandi við vitjan sínari í Stórabretlandi.

Les eisini: Trump: - USA er í dag ‘hottasta’ landið í heiminum

Trump segði á tíðindafundinum, at hann helt, at kríggið millum Russland og Ukraina fór at vera ein av nemmastu avbjóðingunum at loysa. Hann ásannaði tó, at tað hevur víst seg at vera torført.

Sambært bretska forsætisráðharranum, Keir Starmar hava hann og Trump m.a. umrøtt, hvussu stuðulin til Ukraina kann økjast.

Vil hava allar gíslarnar úr Gaza
Tá tað snýr seg um kríggið í Gaza, eru teir báðir tó ikki samdir.

– Eg eri ósamdur við forsætisráðharran á hesum økinum. Tað er eitt av fáum økjum, har vit eru ósamdir, segði Trump.

Starmar hevur áður sagt, at Stórabretland hevur ætlanir um at viðurkenna palestinska statin eftir vitjanina hjá Trump. Vitjanin hjá Trump hevur tó einki við hetta at gera, og hevur hetta verið ætlanin síðan síðst í juli mánað, verður sagt.

Bretski forsætisráðharrin segði eisini í gjár, at hann heldur, at hann og Trump sum heild eru samdir, tá tað snýr seg um tørvin á friði í Gaza.

– Vit eru heilt samdir um tørvin á friði og eina ætlan, tí støðan í Gaza er ótolandi, segði hann.

Á tíðindafundinum nevndi Trump eisini ísraelsku gíslarnar í Gazageiranum, og vildi hann hava allar leyslatnar alt fyri eitt.

– Vit mugu hava gíslarnar leyslatnar alt fyri eitt. Tað er tað, sum ísraelska fólkið ynskir. Og vit ynskja, at bardagarnir skulu steðga, og teir fara at steðga, segði Trump.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder