Uttanlands

Trump: Blóðbaðið í Ukraina skal steðgast

Amerikanski forsetin er ein av fleiri heimsleiðarum, sum hevur sent ukrainum bræv í sambandi við tjóðardag Ukraina í dag

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj á vitjan hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump í Hvítu Húsunum 18. august (Mynd: EPA)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj á vitjan hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump í Hvítu Húsunum 18. august (Mynd: EPA)

2025-08-24 16:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er tíð at fáa steðgað meiningsleysa drápinum í Ukraina, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump í brævi til ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj í sambandi við, at tað í dag er tjóðardagur Ukraina.

Á degnum í dag verður hátíðarhildið, at tað eru 34 ár síðan, at Ukraina gjørdist sjálvstøðugt land.

– USA stuðlar eini avtalu, sum kann elva til haldføran og varandi frið, sum fær ein enda á blóðbaðnum og tryggjar virðingina og sjálvavgerðarrættin hjá Ukraina, stendur m.a. í brævinum frá Trump, sum er deilt á sosiala miðlinum X.

Trump hevur seinastu tíðina roynt at fáa gongd í friðarsamráðingar millum Russland og Ukraina, sum hava verið í kríggj síðan februar 2022. M.a. hevur hann havt vitjan av russiska forsetanum, Vladimir Putin, og síðani ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj saman við øðrum evropeiskum leiðarum. Men enn er ikki skipað fyri fundi millum Putin og Zelenskyj, sum seinast hittust í 2019.

Zelenskyj hevur eisini fingið brøv frá øðrum statsleiðarum, m.a. kinesiska forsetanum Xi Jinping, og turkiska forsetanum Recep Tayyip Erdogan. Teir siga seg eisini fegnast um samstarvið við Ukraina men koma ikki við meinleiðis áheitanum um at steðga krígnum, skrivar Ritzau.

Les eisini: Miðil: USA forðað ukrainum í at brúka langtberandi vápn móti Russlandi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder