
Stór framstig vórðu gjørd, tá serliga amerikanska sendifólkið Steve Witkoff og russiski forsetin, Vladimir Putin hittust mikudagin.
Tað skrivar amerikanski forsetin, Donald Trump á sín egna sosiala miðil, Truth Social.
Trump sigur, at fundurin var úrtøkumikil, og hevur hann kunnað sameind í Evropa um hetta. Eisini sigur hann, at arbeiðið við at fáa ein enda á krígnum heldur fram komandi dagarnar og vikurnar, skrivar miðilin Axios.
Trump hevur eftir fundin tosað í telefon við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, boðar ukrainski forsetin frá á sosiala miðlinum X.
– Okkara felags støða saman við okkara sameindu er heilt greið - kríggið skal steðga. Og tað skal gerast reiðiligt, skrivar hann.
Sambært Zelenskyj luttóku umboð fyri fleiri evropeisk lond á telefonfundinum við Trump, har fundurin í Moskva varð umrøddur.
Amerikanski forsetin hevur hótt Russland við revsitiltøkum, um Russland ikki tekur undir við einari vápnahvíld við Ukraina áðrenn fríggjadagin.
Freistin er ikki farin enn, men sambært einum ónevndum embætisfólki væntast USA at seta tiltøk í verk fríggjadagin. USA hevur eisini longu sett eyka toll á vørur úr India, tí landið heldur fram at keypa russiska olju.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald