
Bretski Charles kongur hevur boðið amerikanska forsetan, Donald Trump á statsvitjan í Stórabretlandi.
Innbjóðingina fekk hann, tá bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer vitjaði í Hvítu Húsunum hósdagin. Við sær hevði hann eitt bræv frá bretska konginum.
Fyrstu ferð Trump var á statsvitjan í Stórabretlandi var undir fyrra forsetaskeiði hansara, í 2019, tá Elizabeth drotning var vertur fyri vitjanini. Í 2018 var Trump eisini á stuttari vitjan, har hann brúkti eitt vikuskifti á skotska golfrítíðarstaði sínum í býnum Turnberry.
Trump sigur, at tað var ein stórur heiður at hava Starmer á vitjan í Hvítu Húsunum.
– Tað er eitt serligt stað, og hann er ein serligur maður. Og Stórabretland er eitt frálíkt land, sum eg kenni rættiliga væl, tí eg eri har ofta, segði Trump og legði afturat, at hann vónaði, at teir fóru at síggjast aftur skjótt.
Sambært Ritzau verður hetta fyrstu ferð, at ein amerikanskur forseti fer á statsvitjan í London fyri aðru ferð.
Higartil hevur tað verið siðvenja, at amerikanskir forsetar, sum longu hava verið á statsvitjan hjá bretum, og sum eru farnir í holt við seinna forsetaskeið, verða bodnir til óformligan døgurða ella drekkaunn á Windsor slottinum. Soleiðis var hjá bæði Barack Obama og George W. Bush.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald