Uttanlands

Trump boðin til Moskva í mai

9. mai er dagurin, har Russland hátíðarheldur sigurin yvir Týskland undir seinna heimsbardaga, og í hesum sambandi er m.a. amerikanski forsetin boðin til Moskva

Amerikanski forsetin, Donald Trump og russiski forsetin, Vladimir Putin (Savnsmynd)

Amerikanski forsetin, Donald Trump og russiski forsetin, Vladimir Putin (Savnsmynd)

2025-02-14 11:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump er boðin til Moskva í vár av russiska starvsbróðir sínum, Vladimir Putin.

Talsfólk hjá russisku stjórnini, Dmitrij Peskov upplýsir fyri norska miðlinum NRK, at Trump er boðin á vitjan í russiska høvuðsstaðnum 9. mai.

9. mai er dagurin, har Russland hátíðarheldur sigurin yvir Týskland undir seinna heimsbardaga.

– Um eitt land, og serliga eitt stórt land, avger at deila gleðina yvir sigurin og týdningin av hesum degi við okkum, fara vit sjálvandi, og serliga Putin forseti, at fegnast um tað og bjóaða teimum vælkomin, sigur Peskov.

Fleiri aðrir leiðarar, eitt nú kinesiski forsetin, Xi Jinping eru eisini bodnir við til hátíðarhaldið 9. mai, skrivar Ritzau.

Trump tosað við Putin og Zelenskyj
Mikudagin tosaði Trump í telefon við bæði Putin og ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj um kríggið millum Ukraina og Russland, og í hesum sambandi samdust Trump og Putin um at vitja í londunum hjá hvørjumøðrum og fara undir samráðingar um at fáa ein enda á krígnum alt fyri eitt, skrivar Trump á Truth Social.

Trump hevur tó sagt, at tað helst ikki verður í Russlandi ella USA, at hann og Putin hittast næstu ferð, og hevur hann skotið upp, at teir hittast í saudiarabiska høvuðsstaðnum Riyadh. Russland váttar, at hetta er ein møguleiki.

Eftir samrøðuna við Putin, tosaði Trump við Zelenskyj um møguleikan at fáa frið í Ukraina, og kunnaði Trump Zelenskyj um samrøðuna við Putin.

– Hann, eins og Putin, ynskir frið, sigur Trump.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder