
Amerikanski forsetin, Donald Trump skrivaði í gjár undir løgskipan, sum broytir navnið á amerikanska verjumálaráðnum, Pentagon, so tað framyvir verður nevnt krígsmálaráðið - "Department of War".
– Tað er eitt meira hóskandi navn, havandi í huga, hvussu heimurin er í løtuni sigur Trump.
Navnabroytingin fer væntandi at kosta fleiri hundrað milliónir dollarar, m.a. skulu skelti og brævpappír, har navnið á aðalráðnum er á, skiftast út.
Navnabroytingar av amerikonskum aðalráðum eru sjáldsamar og krevja góðkenning av Kongressini, har republikanski flokkurin hjá Trump hevur meirilutan bæði í Senatinum og Umboðsmannatinginum.
Løgskipanin gevur verjumálaráðharranum, Pete Hegseth rættin til at brúka heitið krígsmálaráðharri sum undirheiti í almennum samskifti.
Amerikanska verjumálaráðið fekk sítt núverandi navn í 1949. Áðrenn var navnið krígsmálaráðið - "War Department". Navnið varð broytt fyri at gera greitt, at USA vildi savna seg um at forða fyri kríggi.
Síðan Donald Trump aftur varð tikin í eið sum forseti 20. januar, hevur hann sett sær fyri at broyta nøvnini á fleiri støðum. M.a. hevur hann undirskrivað eina løgskipan, sum broytir amerikanska navnið á Mekiskoflógvanum (Gulf of Mexico) til Amerikaflógvin Gulf of America).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald