
Donald Trump meinti tað ikki í álvara, tá hann undan amerikanska forsetavalinum segði, at hann uppá 24 tímar kundi fáa ein enda á krígnum í Ukraina.
Tað viðgongur amerikanski forsetin í samrøðu við sjónvarpsrásina Fox 26.
– Eg var eitt sindur speiskur, tá eg segði tað. Tað, sum eg veruliga meini er, at eg fegin vil fáa tað í rættlag. Eg haldi, tað fer at eydnast mær, sigur hann.
Longu í 2023 boðaði Trump frá, at hann fór at steðga kríggið í Ukraina, og undir valstríðnum í heyst segði Trump, at hann kundi fáa hetta í lag longu áðrenn hann varð tikin í eið sum forseti.
Trump varð tikin í eið 20. januar, og nú, tveir mánaðir seinni, er framvegis kríggj í Ukraina. Tó eydnaðist tað herfyri Trump at fáa Ukraina at taka undir við einum uppskoti um 30 daga vápnahvíld. Russland hevur tó enn ikki tikið undir við uppskotinum.
Á sínum egna sosiala miðli, Truth Social skrivaði Trump tó, at hann er bjartskygdur.
– Vit høvdu sera góðar og munagóðar samrøður við Vladimir Putin forseta úr Russlandi í gjár (hósdagin, red.), og har eru sera góð útlit fyri, at hetta ræðuliga, blóðuga kríggið endiliga kann fáa ein enda, skrivar hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald