Amerikanski forsetin, Donald Trump endurtekur enn einaferð, at USA hevur tørv á Grønlandi.
Tað sigur hann í samrøðu við miðilin The Atlantic.
– Vit hava heilt vist tørv á Grønlandi, sigur Trump.
Amerikanski forsetin sigur, at Grønland er kringsett av russiskum og kinesiskum skipum.
Samrøðan snúði seg sum heild um støðuna í Venesuela, og sambært Trump er Venesuela møguliga ikki seinasta landið, sum kann vænta amerikanska "uppílegging".
Spurdur, um álopið á Venesuela er eitt tekin um, at USA er sinnað at brúka hernaðarligt vald fyri at fáa fatur á Grønlandi, sigur Trump, at tað er upp til onnur at gera av, hvat gerðirnar hjá amerikanska herinum hava at týða fyri Grønlandi.
Um vikuskifti legði Katie Miller, amerikanskur podvarpsvertur og fyrrverandi ráðgevi hjá Trump-umsitingini eina mynd á sosiala miðilin X av Grønlandi í amerikonskum litum. Uppiyvir mydini hevði hon skrivað eitt orð; "SOON", sum merkir "skjótt".
Les eisini: Mynd av Grønlandi í amerikonskum litum vakt ans á sosialum miðlum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald