Uttanlands

Trump: Evropeiskir leiðarar til USA at umrøða kríggið í Ukraina

Einstakir evropeiskir leiðarar koma til USA mánadagin og týsdagin, sigur amerikanski forsetin, uttan at nevna, hvørjir talan er um

Amerikanski forsetin, Donald Trump í Hvítu Húsunum saman við ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj og øðrum evropeiskum leiðarum 18. august (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump í Hvítu Húsunum saman við ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj og øðrum evropeiskum leiðarum 18. august (Mynd: EPA)

2025-09-08 08:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mánadagin og týsdagin fara evropeiskir leiðarar til USA at umrøða eina loysn uppá kríggið í Ukraina, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump.

Hvørjir leiðarar talan er um, verður ikki upplýst, men teir fundast hvør sær, sigur amerikanski forsetin sambært Ritzau.

– Einstakir evropeiskir leiðarar koma til land okkara mánadagin ella týsdagin hvør sær, sigur hann og leggur afturat, at hann ætlar sær at tosa við russiska forsetan, Vladimir Putin skjótt.

– Eg eri ikki fegin um støðuna viðvíkjandi Russland og Ukraina.

Í august vóru fleiri evropeiskir leiðarar á vitjan hjá Trump í Hvítu Húsunum, men lítið kom burturúr fundinum.

Umframt ukrainski forsetin Volodymyr Zelenskyj, luttóku ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, og franski forsetin, Emmanuel Macron á fundinum. Eisini luttóku leiðarar úr Italia, Stórabretlandi, Týsklandi og Finnlandi, umframt Nato-aðalskrivarin Mark Rutte.

Hetta var fáar dagar eftir, at Putin hevði vitjað Trump í Alaska.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder