
Tað verður endin á Russlandi, um russar fara at royna at taka alt Ukraina, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump í dagføring á Truth Social.
– Eg havi altíð havt sera gott samband við russiska forsetan, Vladimir Putin, men okkurt er hent við honum. Hann er vorðin fullkomiliga óður í høvdinum.
– Eg havi altíð sagt, at hann vil hava alt Ukraina, ikki bert ein part av tí. Kanska vísir hetta seg at vera satt, men fer hann eftir tí, verður tað endin á Russlandi, skrivar hann sambært Ritzau.
Í nátt segði amerikanski forsetin við journalistar, at hann umhugsaði at herða revsitiltøkini móti Russlandi, og var hann sera atfinningarsamur mótvegis Putin.
– Eg veit ikki, hvat feilar honum (...) Hann drepur eina rúgvu av fólki, og eg tosi ikki bert um herfólk. Tað dámar mær ikki, segði Trump.
Trump finst eisini at ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, sum um vikuskiftið skrivaði á X, at tøgn frá m.a. USA eggjar Putin til at halda fram við krígnum.
– Alt, sum kemur úr munni hansara, elvir til trupulleikar. Mær dámar tað ikki, og tað skal steðgast, skrivar hann um Zelenskyj.
Í dagføring sínari á Truth Social endurtekur Trump eisini, at hann er vísur í, at kríggið ongantíð var byrjað, um hann hevði sitið sum forseti tá.
– Hetta er kríggið hjá Zelenskyj, Putin og Biden, skrivar hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald