
Mánadagin fer amerikanski forsetin, Donald Trump at senda umleið 12 londum bræv um amerikonsk tollgjøld, segði Trump við journalistar á forsetaflogfarinum Air Force One herfyri.
– Eg havi undirskrivað nøkur brøv, og tey verða send mánadagin.
Hvørji lond talan er um, vildi hann ikki upplýsa, men talan verður helst um 12 lond, segði hann.
Tað var í apríl, at amerikanski forsetin boðaði frá, at hann fór at leggja toll á innfluttar vørur úr nærum øllum londum í heiminum. Talan var um ein grundtoll á 10 prosent, umframt ein hægri toll á vørur úr ávísum londum.
Hægri tollurin skuldi koma í gildi 9. apríl, men sama dag varð boðað frá, at tollurin varð útsettur í 90 dagar.
Fleiri lond samráðast í løtuni við USA um toll men hjá teimum, sum ikki fáa gjørt eina handilsavtalu við USA áðrenn mikudagin, fer tollurin í gildi.
Millum tey, sum enn ikki hava gjørt eina avtalu eru ES og Japan. Annars hevur USA gjørt avtalu við m.o. Vjetnam og Stórabretland, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald