
Fríggjadagin fór vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas í gildi. Sum partur av avtaluni skulu ísraelskir gíslar leyslatast, og tað hendir eftir ætlan mánadagin, sigur ameriksnaki forsetin, Donald Trump.
Sambært ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu verður mett, at 20 gíslar framvegis eru á lívi í Gazageiranum meðan 28 eru deyðir.
Amerikanski forsetin hevur eisini ætlanir um at ferðast til Egyptaland og Ísrael, har hann eftir ætlan skal hitta gíslar, sum eru leyslatnir úr Gaza.
Trump væntast at lenda í Ísrael mánamorgunin, og at fara heimaftur seinni sama dag. Hetta verður fyrstu ferð, Trump vitjar í Ísrael, síðan hann tók við sum forseti aftur 20. januar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald