
Hvítu húsini í Washington hava í morgun okkara tíð lagt eina mynd út á sosiala miðilin X, har amerikanski forsetin, Donald Trump, tosar í telefon við russiska starvsfelaga sín, Vladimir Putin.
Samrøðan vardi í umleið 40 minuttir, upplýsir ein talsmaður hjá Putin fyri miðlinum NBC. Sambært talsmanninum, var samtalan bæði “ærlig” og “sera uppbyggjandi”.
Eftir væleydnaðu fundirnar í Washington millum Trump, Zelenskyj og fleiri evropeiskar politiskar leiðarar, verður nú í spenningi bíðað eftir, hvat Putin sigur um innbjóðingina at koma til friðarsamráðingar.
Eitt av krøvunum hjá evropeisku leiðarunum var, at talan verður um trílanda samrøður, sum merkir, at ukrainski forsetin, Volydymir Zelenskyj, verður partur av komandi samráðingunum millum amerikanska og russiska forsetan. Enn er óvist um Vladimir Putin gongur við til hetta. Hann hevur fyrr víst aftur, at tosa við Zelenskyj.
Russisk oljupumpustøð bumbað
Enn hava ongi tíðindi verið at frætta um krígstilburðir millum Ukraina og Russland í nátt. Krígstíðindini í altjóða miðlum snúgva seg um eitt ukrainskt álop, ið er framt móti russiska oljuídnaðinum, men tann tilburðurin var í gjáramorgunin.
Ukrainski herurin hevur váttað, at hava framt álop á eina russiska oljuleiðing, sum gongur til Ungarn og Slovakia, skrivar NTB.
Álopið varð framt móti eini pumpustøð í Tambov landslutinum í Russalandi, upplýsti ukrainska herleiðslan á Telegram. Sambært ukrainska herinum, virkar pumpustøðin ikki longur.
Støðin liggur umleið 320 kilometrar frá markinum millum Ukraina og Russland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald