
Tað fer at vera trupult fyri kanadiarar at gera eina handilsavtalu við USA, eftir at Kanada hevur boðað frá, at tað er sinnað at viðurkenna Palestina sum sjálvstøðugan stat.
Tað skrivar amerikanski forsetin, Donald Trump, á egna miðli sínum, Truth Social.
- Wow! Kanada hevur júst boðað frá, at tað við viðurkenna Palestina. Tað fer at gera tað trupult fyri okkum at gera eina handilsavtalu við tey. Oh’ Canada, skrivar forsetin.
Eins og Kanada, hava eisini Frakland, Stórabretland og Malta boðað frá, at tey eru til reiðar at viðurkenna ein palestinskan stat á komandi ST aðalfundinum í september.
Samstundis sum Trump hóttir Kanada, er ein nýggj amerikansk Gallup-kanning júst kunngjørd, sum vísir at alt fleiri amerikanarar eru ímóti mátanum, sum Ísrael førir kríggj móti Gasa.
Parturin av amerikanarum, ið stuðla hernaðarligu átøkunum hjá Ísrael í Gasa, er minkaður við 10 prosentstigum síðan ein líknandi kanning varð gjørd í september í fjør. Nú er talið 32 prosent – tað lægsta síðan Gallup setti spurningin fyrstu ferð í november 2023, skrivar dr.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald