2018-10-18 19:43
Amerikanski forsetin Donald Trump hóttir nú við at steingja landamarkið til Meksiko.
Trump hóttir á Twitter við at senda amerikanska herin til markið til Meksiko, um landið fyri sunnan ikki megnar at steðga teimum stóru bólkunum av ólógligum tilflytarum úr Guatemala, Honduras og El Salvador, sum koma til USA.
Trump er sum kent ikki nøgdur við teir nógvu ólógligu tilflytararnar, sum megna at koma inn í USA, og hevur gjørt nógv burturúr at gera tað torførari hjá hesum at koma inn í landið. Eitt nú vil hann byggja ovurstóra múrin, sum skal standa á markinum millum USA og Meksiko.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald