
- Eg havi bíðað eftir hesum fundi í 20 ár, segði amerikanski forsetin, Donald Trump, við fjølmiðlafólk, tá hann steig inn í Roosevelt-rúmið fyri at halda tíðindafund í gjár.
Trump hevði frammanundan lýst fyri fundinum, har hann vildi koma við kollveltandi tíðindum um orsøkina til autismu.
Høvuðsboðskapurin hjá forsetanum var, at kvinnur, ið eru við barn, skulu halda seg frá paracetamol.
- Takið ikki Tylenol. Takið tað ikki. Berjist sum fanin móti tí, segði Trump.
Hann endurtók boðskapin fleiri ferðir undir tíðinafundinum. Sambært forsetanum økir Tylenol vandan fyri autismu hjá fostrinum, og tí skulu kvinnur við barn einans taka Tylenol um tey hava óvanliga høgan fepur.
Tylenol er vanligasta merkið fyri paracetamol í USA. Tað svarar til Panodil og aðrar líknandi pínustillar á okkara leiðum.
Í áravís hevur hesin heilivágur verið sagdur at vera tryggur, eisini fyri kvinnur við barn.
- Tað verður sagt – eg veit ikki um tað er satt – at tey ikki hava ráð til at keypa Tylenol í Kuba. Og har er ongin autisma, segði Trump. Sambært honum kenna Amssh fólkini ikki til autismu. Amish er ein trúðarrørsla har fólkini liva sera gamaldags.
Setir eisini spurnartekn við koppsseting
Við sera koppsetingarskeptiska heilsumálaráðharranum, Robert F. Kennedy jr. við sína lið, setti amerikanski forsetin eisini spurnartekn við koppseting av børnum. Hann metti, at hetta eisini kann setast í samband við autismu.
Hetta hava granskarar víst aftur. Teir hava eisini víst aftur, at tilburðurin av autismu er eksploderaður í USA í seinastuni. Autismutilburðirnir eru øktir, tí at tað eru alt fleiri, sum verða kannað fyri autismu, verður sagt.
Trump viðgekk, at hann ikki er nakar lækni, og at hansara hugburður til koppseting byggir upp á hansara sterku kenslur, men ráddi frá eitt nú MFR-samansetingarkoppsetingini, sum verjir móti meslingum, fárasjúku og reydlingum. Sambært forsetanum skulu hesar koppsetingar ikki gevast samstundis.
- Tey pumpa so nógv í hesi neyðars smáu børnini, at tað er synd. Tað sær út sum um tey pumpa tað í ein hest, segði Trump.
- Onki samband millum heilivág og autismu
Granskarar hava enn ikki staðfest orsøkina til autimu, men tað eru ongi prógv fyri sambandinum millum brúk av paracetamol og autismu, skriva altjóða tíðindastovurnar.
Tær hava tosað við eina røð av granskarum, sum halda at útmeldingin hjá Donald Trump einans skapar órógv hjá barnakonum og vísa á, at ógvusligur og drúgvur fepur hjá barnakonum kann vera til stóran vanda fyri fostrið.
Svenska Aftonbladet hevur frá einum granskingarbólki á Karolinska instituttinum greitt frá eini kanning í fjør, sum vísti, at tað als onki samband er millum paracetamol og autismu ella ADHD.
Granskarabólkurin kannaði næstan 186.000 børn, hvørs mammur fingu viðgerð við paracetamol í viðgongutíðini. Børnini vórðu síðan samanborin við egin systkin, sum mamman gekk við uttan at taka paracetamol.
Granskararnir funnu ongar munir við atliti til ADHD, autismu ella mentalum brekum hjá børnunum, har nýtslan av paracetamol kundi havt spælt ein leiklut.
Kelda: Yle.fi við AFP, Reuters og AP sum keldur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald