
Amerikanski forsetin, Donald Trump heldur, at semja kann fáast um vápnahvíld millum Ísrael og Hamas innan eina viku.
Tað segði hann við journalistar í Hvítu Húsunum í nátt.
Trump sigur, at hann hevur tosað við fólk, sum spæla ein leiklut í royndina at fáa eina semju millum partarnar, og metir hann, at ein semja nærkast.
– Vit meta, at innan næstu vikuna, hava vit eina vápnahvíld, sigur hann sambært Reuters.
Hvønn hann hevur tosað við, sigur forsetin ikki, men hann sigur m.a., at hann undir stríðnum millum Ísrael og Iran hevði nærum dagligt samskifti við ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu.
Sambært talsfólki hjá serliga sendifólkinum hjá USA í Miðeystri, Steve Witkoff, hevur mann ikki meira at leggja afturat viðmerkingini hjá Trump.
Hamas-rørslan hevur boðað frá, at hon er sinnað at leyslata allar gíslar, sum eru eftir í Gaza, um ein avtala verður gjørd, sum kann slóða fyri einum enda á stríðnum. Ísrael hevur sagt, at stríðið ikki kann fáa ein enda, áðrenn Hamas er avtikið og avvápnað, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald