Uttanlands

Trump: Málið verður kannað

Drápið í Minneapolis leygardagin verður kannað, sigur amerikanski forsetin

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2026-01-26 13:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Umsitingin hjá Donaldi Trump er við at kanna málið um drápið á Alex Pretti, sum varð skotin til deyðis í býnum Minneapolis leygardagin.

37 ára gamli Pretti varð skotin av einum marknavørði frá amerikanska Border Patrol, og kannað verður, um marknavørðurin bar seg rætt at, sigur amerikanski forsetin í samrøðu við The Wall Street Journal, sum Ritzau endurgevur.

Les eisini: Enn ein persónur dripin í Minneapolis

Í samrøðuni verður Trump tvær ferðir spurdur, um marknavørðurin bar seg rætt at, men hann vil ikki koma við einum greiðum svari.

– Vit kanna tað, vit gjøgnumganga alt, og vit fara at koma við einari avgerð, sigur hann.

Border Patrol hevur sagt, at Pretti varð skotin í sjálvverju, tí hann royndi at beina fyri einum av fólkum teirra.

Trump sigur eisini við Wall Street Journal, at hann var vápnaður. Hann undirstrikar, at honum ikki dámar skottilburðir, men honum dámar heldur ikki, at fólk fara til mótmælistiltøk við einum skotvápni.

Einaferð fara immigratiónsmyndugleikarnir úr aftur Minneapolis, sigur Trump, sum tó ikki greiðir nærri frá, nær tað verður, men leggur afturat, at teir hava gjørt eitt "framúrskarandi arbeiði".

Les eisini: Obama: Hetta eigur at vera eitt wakeupcall fyri øll

Um vikuskiftið gav Trump eisini Demokrautnum skyldina fyri tað, sum er hent í Minneapolis.

Tað er ófriðurin, sum er skaptur av Demokratunum, sum er orsøkin til, at tveir amerikanarar hava latið lív, skrivaði amerikanski forsetin á sínum egna sosiala miðli, Truth Social.

Hann skrivar, at hann vann valið í 2024, tí hann lovaði at lata landamørkini aftur og útvísa ein hóp av kriminellum tilflytarum, sum vóru staddir í landinum ólógliga.

– Hetta útvísingararbeiðið er nú í gongd, og í býum og statum, sum eru stýrdir av republikanarum, gongur hetta fyri seg á friðarligan hátt uttan trupulleikar, tí lokal løgrelufólk sleppa at gera teirra arbeiði, skrivar Trump m.a.

Samstundis leggur Trump Demokratar undir at nokta at samstarva við myndugleikarnar og í staðin heita á fólk um at forða arbeiðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder