Uttanlands

Trump: Nærkast einari avtalu um frið í Ukraina

Á konservativari ráðstevnu leygarkvøldið segði amerikanski forsetin eisini, at Evropa eigur at lata ukrainum meira stuðul enn USA

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2025-02-23 13:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

USA er nær við at fáa eina avtalu um at enda kríggið millum Ukraina og Russland.

Tað segði amerikanski forsetin, Donald Trump á konservativu ráðstevnuni CPAC í statinum Maryland leygarkvøldið sambært tíðindastovunum Ritzau og Reuters.

Í morgin eru trý ár liðin, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina, og sambært Trump hevði Russland ongantíð umhugsað at farið inn í Ukraina, um hann hevði verið forseti fyri trimum árum síðani.

Í røðu síðani vísti amerikanski forsetin eisini á, at tað hevur kostað USA nógvar pengar at stuðla Ukraina, og tær pengarnar vil USA hava aftur.

Evropa eigur at geva meira fyri at hjálpa Ukraina enn USA, segði Trump og fanst at undanmanni sínum Joe Biden, sum hann segði var ein "býttur og óskikkaður forseti".

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder