Innanlands

Trump og Kim skulu fundast um avdubbing

Málið við fundinum í Hanoi í dag er at fáa Norðurkorea at gevast við kjarnorkuætlanunum

Trump og vjetnamesiski forsetin Nguyen Xuan Phuc hittust áðrenn toppfundin við Kim (Mynd: EPA)

Trump og vjetnamesiski forsetin Nguyen Xuan Phuc hittust áðrenn toppfundin við Kim (Mynd: EPA)

2019-02-27 06:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norðurkorea gongur eini glæsiligari framtíð á møti, um landið gevst við sínum kjarnorkuætlanum.

Soleiðis skrivar amerikanski forsetin í einum Twitter-boðum úr Hanoi undan fundinum í dag við norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong-un.

Donald Trump kom til høvuðsstaðin í Vjetnam í gjárkvøldið.

- Vjetnam blómar sum fá onnur lond. Norðurkorea fer at gera tað sama, og tað skjótt, um tey gevast við kjarnorkudubbingini. Møguleikarnir eru ovurstórir hjá vini mínum, Kim Jong-un, nærum uttan søguliga sammeting, skrivar Trump á Twitter.

Trump og Kim Jong-un byrja teirra næsta toppfund við eini stuttari samrøðu klokkan 18.30 lokala tíð – tað er klokkan 11.30 hjá okkum. Samrøðan umvegis tulkar, fer at taka 20 minuttir, upplýsa Hvítu Húsini.

Síðan verður ein døgurði saman við ráðgevum á tí glæsiliga 118 ára gamla hotellinum Metropole. Toppfundurin heldur síðan fram í morgin.

Donald Trump og Kim Jong-un hittust fyrstu ferð í juni 2017 í Singapore. Samrøðurnar tá endaðu við nøkrum veikum lyftum um at arbeiða fram móti at gera Koreansku hálvoynna kjarnorkufría.

Fundurin, hin fyrsti millum ein sitandi amerikanskan forseta og ein leiðara úr Norðurkorea, varð av báðum pørtum lýstur at vera væl eydnaður. Men ongin beinleiðis ætlan fyri eini norðurkoreanskari avdubbing av kjarnorkuni kom tó burturúr.

Tí fara teir báðir hesaferð kanska at kenna eitt størri trýst fyri at koma fram til eina semju um konkret tiltøk, skrivar Reuters.

Meðan USA krevur, at Norðurkorea gevst við sínum kjarnorku- og rakettætlanum, so ynskir Norðurkorea at USA gevst við sínum sokallaða kjarnorkuskjóli yvir Suðurkorea.

Hetta snýr seg um ta verju, sum eitt stórveldi við sínum kjarnorku gevur einum sameindum landi, ið ikki sjálvt hevur kjarnorkuvápn. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder