
Í dag hittast amerikanski forsetin, Donald Trump og ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu í Hvítu Húsunum.
Herfyri legði USA fram eitt uppskot til eina ætlan í 21 stigum, sum skal fáa ein enda á krígnum í Gazageiranum, og Trump er bjartskygdur um útlitini.
Í samrøðu við Reuters sigur amerikanski forsetin, at USA hevur fingið "sera góðar afturmeldingar" frá Ísrael og arabiskum leiðarum.
Trump sigur seg vóna, at uppskotið kann gerast liðugt á fundinum við Netanyahu. Uppskotið snýr seg ikki bert um Gaza men um frið í Miðeystri sum heild.
– Øll eru partur av tí. Øll ynskja tað - eisini Hamas. Ein av orsøkunum er, at øll eru troytt av krígnum, sigur hann.
Ein diplomatisk kelda sigur við tíðindastovuna AFP, at ætlanin hjá Trump, sum USA hevur umrøtt við arabiskum og muslimskum leiðarar í sambandi við ST-aðalfundin í New York, m.a. snýr seg um eina varandi vápnahvíld, leyslating av gíslum, stór øking í neyðhjálp, og at ísrael tekur seg úr Gaza.
Trump tekur eftir ætlan ímóti Netanyahu klokkan 11 lokala tíð, sum er klokkan 16 føroyska tíð. Hareftir skulu teir eta saman og síðani hava fund. Klokkan 13.15 lokala tíð - klokkan 18.15 føroyska tíð verður eftir ætlan tíðindafundur.
Í dag verður fjórðu ferð, at Netanyahu vitjar í Hvítu Húsunum, síðan Trump aftur varð tikin í eið sum forseti í januar, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald