2025-08-09 13:42

Amerikanska forsetin, Donald Trump og russiski forsetin, Vladimir Putin skulu hittast í amerikanska statinum Alaska fríggjadagin í komandi viku, 15. august, boðaðu bæði USA og Russland frá í nátt.
Herfyri varð boðað frá, at Trump og Putin skulu hittast andlits til andlits fyri fyrstu ferð síðan 2019, tá Trump var í sínum fyrsta valskeiði sum forseti. Fyrrverandi forsetin, Joe Biden hitti Putin í 2021.
Sambært ráðgeva hjá Putin snýr fundurin seg um at umrøða møguleikar fyri at fáa eina varandi friðarloysn í Ukraina. Eisini er Trump boðin á vitjan í Russlandi eftir fundin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald