Amerikanski forsetin, Donald Trump skal í komandi viku hitta kinesiska starvsbróðir sín, Xi Jinping, upplýsir Karoline Leavitt, talsfólk hjá Hvítu Húsunum,
USA og Kina hava seinastu tíðina verið í handilskríggi, men Trump tykiskt nú at vera sannførdur um at tað fer at bera til at fáa eina handilsavtalu í lag millum londini, og ein fund millum forsetarnar.
Leavitt sigur, at Trump seint í kvøld fer til Malaisia sum fyrsta landið á eini rundferð í Asia. M.a. skal Trump eisini vitja í Japan og Suðurkorea og tað verður í Suðurkorea, at hann skal hitta Xi hósdagin í komandi viku, skrivar Ritzau.
Sambært Trump fer fundurin við Xi eisini at snúgva seg um narkobrotsverk, heilt nágreiniliga útbreiðslan av evninum fentanyl, sum í USA hevur elvt til nógv andlát vegna yvirdosis.
Amerikanska umsitingin hevur lagt Kina undir ikki at gera nóg mikið fyri at avmarka útflutningin av kemiskum evnum, sum verða brúkt til framleiðslu av fentanyl. Hetta hevur USA m.a. nýtt sum grundgeving fyri at økja tollin á influttar kinesiskar vørur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald