
Hósdagin tosaði amerikanski forsetin, Donald Trump og kinesiski starvsbróðir hansara, Xi Jinping í telefon í hálvanannan tíma, og talan var um eina sera góða samrøðu, sum snuði seg um handilsviðurskifti, sigur Trump.
Seinastu mánaðirnar hevur handilskríggj verið millum USA og Kina, og í mai samdust londini um at lækka tollin á cvørur hjá hvørjumøðrum.
Amerikanski tollurin á kinesiskar vørur lækkaði úr 145 niur í 30 prosent, meðan kinesiski tollurin á amerikanskar vørur fór úr 125 niður í 10 prosent. Avtalan skuldi vera galdandi í 90 dagar, men í síðstu viku helt Trump uppá, at Kina hevði brotið avtaluna uttan at greiða nærri frá.
Sambært amerikanska forsetanum skulu umboð fyri Kina og USA skjótt hittast. Tíð og stað verður kunngjørt seinni, sigur hann og leggur afturat, at amerikanski handilsmálaráðharrin og fíggjarmálaráðharrin vera við á fundinum.
Eisini sigur Trump, sambært Ritzau, at hann og forsetafrúan, Melania Trump eru boðin til Kina av Xi Jinping.
Sambært kinesisku sendistovuni í USA kom telefonsamrøðan millum Xi og Trump í lag eftir umbøn frá amerikanska forsetanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald