
Amerikanski forsetin, Donald Trump ætlar at skriva út løgskipan um, at øll skulu vísa samleikaprógv, tá tey skulu á val.
Tað boðar hann frá á sínum egna sosiala miðli Truth Social í nátt sambært tíðindastovunum Ritzau og Reuters.
– Eingi undantøk, skrivar Trump, og leggur afturat, at tað heldur ikki skal verða møguligt at greiða brævatkvøðu, uttan so at at talan er um sera sjúk fólk ella herfólk, sum eru stødd uttanlands.
Eisini ynskir Trump at nýta atkvøðuseðlar úr pappíri heldur enn talgilda atkvøðugreiðslu.
Hann hevur leingi funnist at valskipanini í USA og hevur hildið uppá - tó uttan at leggja fram verulig prógv fyri hesum - at tað var valsvik, sum var orsøkin til, at Joe Biden vann forsetavalið í 2020.
Eisini hava Trump og stuðlar hansara í republikanska flokkinum hildið uppá, at útlendskir ríkisborgarar í stóran mun hava luttikið í valinum, hóast hetta ikki er loyvt.
Trump er í fleiri ár komin við áheitanum um at skifta yvir til atkvøðuseðlar úr pappíri, men samært valfyriskiparum er tað dýrari og fer at taka longri tíð at telja, umframt at uppteljingin verður ikki eins neyv og talgilda uppteljingin.
Trump segði fyrr í hesum mánaðinum, at hann ynskti at taka av brævatkvøður og talgilda atkvøðugreiðslu undan misðskeiðsvalinum 3. november 2026, har umboð skulu veljast til Umboðsmannatingið og Senatið, men tað eru statirnir sjálvir, sum hava ábyrgdina av valinum, og er tað ógreitt, um Trump hevur heimild at seta slíka broyting í gildi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald