Uttanlands

Trump skrivar undir fyriskipan, sum skal halda familjur saman

Null-toleransu politikkurin er tó framvegis galdandi

(Mynd: Reuters)

(Mynd: Reuters)

2018-06-21 09:04 Author image
Oda Strøm
placeholder

Donald Trump skrivaði í gjárkvøldið undir eina fyriskipan, sum skal forða fyri, at ólógligar tilflytarafamiljur verða skildar sundur við landamarkið millum USA og Meksiko.

- Vit skriva undir eina fyriskipan, sum hevur týdning, samstundis sum vit tryggja, at vit hava eitt sera valdsmikið, sera sterkt landamark, sigur Trump sambært Reuters.

(Mynd: EPA)

Forsetin hevur verið undir sera hørðum trýsti í USA og hevur fingið nógvar atfinningar frá útlendskum stjórnum, eftir at eitt video av grátandi børnum er farið kring heimin, og hevur elvt til uppøsing kring allan heim. 

Vaksnir tilflytarar, sum komu um markið, vórðu settir í varðhald, og sambært amerikanskari lóg er ikki loyvt at koyra børn í varðhald, og tey vórðu tí koyrd til eitt annað uppihaldsstað einsamøll.

Forsetin boðar tó frá, at null-toleransu politikkurin enn er galdandi. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder