- Vit eru í einari álvarsamari støðu, og tað hava vit verið seinastu tíðina. Nú royna vit at handfara tað so gott og klókt sum gjørligt.
Soleiðis sigur Mette Frederiksen við danskar miðlar í dag, nú forsætisráðfrúan fyri fyrstu ferð útgreinar telefonsamrøðuna við Donald Trump í gjárkvøldið, mikudagin 15. januar.
Danski statsleiðarin og komandi amerikanski forsetin tosaðu saman í 45 minuttir. Har varð millum annað ynski hjá Trump um at keypa Grønland vent.
Í síðstu viku elvdi tað til mikla røring, at Donald Trump ikki vildi avnokta, at USA kundi funnið uppá at nýtt fíggjarliga ella hernaðarliga megi fyri at fáa fatur á Danmark.
Tað við tí hernaðarliga vildi Mette Frederiksen ikki koma inn á í prátinum við miðlarnar, men viðvíkjandi tí fíggjarliga eru linjurnar
- Frá amerikanskari síðu eru avgjørt ábendingar um, at tað tíverri kann koma ein støða, har vit arbeiða minni saman, enn vit gera. Tað er ikki nakað, ið vit á nakran hátt viðmæla ella ynskja. Vit gerast bert ríkari, tá vit arbeiða saman, og vit ynskja ikki nakra tvístøðu av nøkrum slagi við amerikanararnar.
Donald Trump hevur ikki sagt nakað alment um samtaluna enn (Mynd: EPA)
Mette Frederiksen vísti eisini á, at talan var um eina samtalu, har partarnir tosaðu rættiliga "beinleiðis" við hvønn annan - kanska serliga Trump.
Ein nýggjur telefonfundur er avtalaður til í næstu viku. Tá er 78-ára gamli amerikanarin formliga innsettur sum forseti aftur. Hann er eisini bjóðaður til Danmarkar, staðfestir forsætisráðfrúan fyri TV2. Tá hann skuldi á statsvitjan í Danmark undir sínari fyrstu setu sum forseti, avlýsti Trump vitjanina, eftir at tað gjørdist honum greitt, at Grønland als ikki er til sølu.
Flokkarnir í Fólkatinginum eru kunnaðir um linjurnar í telefonsamrøðuni. Fleiri álvarsfundur eru á Christiansborg í hesum døgum - eisini við stórspælarar í danska vinnulívinum, sum kunnu verða raktir av møguligum handilsbanni/handilsforðingum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald