
Seinastu dagarnar hevur amerikanski forsetin, Donald Trump tosað í telefon við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj og russiska forsetan, Vladimir Putin um kríggið millum londini, skrivar Ritzau.
Ukrainski forsetin skrivar á sosiala miðilin X, at hann fríggjadagin tosaði við Trump um m.a. loftverju.
– Í dag umrøddu vit núverandi støðuna - harundir russisk loftálop og støðuna á hermótinum sum heild. Trump forseti er væl kunnaður, og eg takki hann fyri hansara uppmerksemi, skrivar Zelenskyj m.a.
– Vit tosaðu um møguleikar í mun til loftverju og samdust um, at vit vilja samstarva fyri at bøta um verjuna av okkara loftrúmi.
Eisini leggur Zelenskyj afturat, at partarnir umrøddu felags framleiðslu innan verjuídnaðin.
Hósdagin tosaði Trump við Putin, men talan var ikki um eina jaliga samrøðu, sigur amerikanski forsetin, sum sigur seg vera vónbrotnan av samrøðuni, og eru ongar ábendingar um, at Putin ætlar sær at steðga russisku álopini á Ukraina.
– Eg sigi bara, at eg haldi ikki, at hann ætlar sær at gevast, og tað er harmiligt, segði Trump við journalistar í Washington D.C.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald