Tað eru áleið 14 tímar síðan skottilburðin á valfundinum hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum Donald Trump, og nú úttalar hann seg um hendingina á sínum egna sosiala miðli Truth Social.
– Í hesu løtu er tað meira umráðandi enn nakrantíð fyrr, at vit standa saman og vísa okkara veruliga karakter sum amerikanarar, verða sterk og avgjørd og ikki loyva tí ónda at vinna, skrivar Trump.
Eisini takkar fyrrverandi forsetin fyri tankar og bønir, og sigur hann, at tað var Guð, sum bjargaði lívið á honum.
Trump ætlar sær framvegis at halda røðu á landsfundinum hjá Republikanarunum í Milwaukee í statinum Wisconsin í morgin, sigur hann.
Tað er á hesum landsfundinum, at Trump eftir ætlan formliga verður valdur til forsetavalevni hjá flokkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald