Uttanlands

Trump vil hava G20-toppfund á sínum egna golffrítíðarstaði

USA skal eftir ætlan vera vertur fyri G20-toppfundinum í 2026, og ynskir amerikanski forsetin at hava fundin á Doral-golffrítíðarstaðnum nærindis Miami

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2025-09-07 15:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

USA er vertur fyri 21. G20-toppfundinum í 2026, og amerikanski forsetin, Donald Trump ætlar, at fundurin skal haldast á hansara golffrítíðarstaði, Doral nærindis stórbýin Miami í amerikanska statinum Florida.

Tað segði hann við journalistar í Hvítu Húsunum fríggjadagin sambært Ritzau.

G20-bólkurin telur 19 ríkastu londini í heiminum, ES, og Afrikanska Samveldið. Talan er m.a. um lond sum USA, Frakland, Kanada, Kina og Argentina.

Um toppfundurin verður á frítíðarstaðnum hjá Trump næsta ár, kann tað aftur vekja stúran um, at amerikanski forsetin fær fíggjarligan fyrimun av embæti sínum.

Toppfundurin verður fíggjaður av amerikonsku skattgjaldarunum, og væntast hann at geva milliónir av dollarum í gistingar- og matstovuinntøkum.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Trump leggur ætlanir um at hýsa politiskum toppfundum á hesum sama golffrítíðarstaði. Tað ætlaði hann eisini, tá G7-fundur skuldi haldast í 2020. Men hetta bleiv av ongum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder