Uttanlands

Trump vil hitta Kim

Amerikanski forsetin og norðurkoreanski leiðarin hittust seinast í 2019, og nú Trump verður í Asia komandi dagarnar, er hann opin fyri enn einum fundi við Kim

Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un og amerikanski forsetin, Donald Trump hittust seinast í 2019 (Savnsmynd)

Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un og amerikanski forsetin, Donald Trump hittust seinast í 2019 (Savnsmynd)

2025-10-25 11:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið byrjaði Asiarundferðin hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump.

Ferðin varar eina lítla viku, og skal Trump hitta fleiri leiðarum í Malisia, Japan og Suðurkorea.

Hósdagin skal Trump m.a. hitta kinesiska forsetan, Xi Jinping í Suðurkorea, men amerikanski forsetin hugsar eisini um møguleikan at hitta Kim Jong-un, leiðaran í Norðurkorea.

– Tað vildi eg fegin. Um tit vilja spreiða boðskapin, eri eg opin fyri tí, segði Trump umborð á forsetaflogfarinum, Air Force One ávegis til Malaisia.

Trump legði afturat, sambært Ritzau, at hann og Kim høvdu eitt sera gott samband.

Eydnast tað at fáa ein fund í lag millum Trump og Kim verður hetta fyrstu ferð, at teir hittast síðan 2019.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder