Amerikanski forsetin, Donald Trump fer ikki at leggja ætlanir um nýggjan fund við russiska starvsbróðir sín, Vladimir Putin, uttan so, at Putin gevur greiðar ábendingar um, at hann er til reiðar at gera eina avtalu um frið í Ukraina.
Tað segði Trump vil journalistar umborð á amerikanska forsetaflogfarinum, Air Force One í gjárkvøldið sambært Ritzau.
– Eg skal vita, at vit fara at gera eina avtalu. Eg ætla mær ikki at spilla mína tíð, segði hann.
Amerikanski forsetin legði afturat, at hann altíð hevur havt gott samband við Putin, men at hann er vorðin vónsvikin av honum.
– Eg helt, at hetta fór at koma í lag áðrenn friðin í Miðeystri, segði Trump og sipaði til vápnahvíldina í Gazageiranum, sum kom í gildi 10. oktober.
Fundurin ikki avlýstur
Miðskeiðis í hesum mánaðinum boðaði Trump annars frá, at mann fyrireikaði ein fund millum hann og Putin, sum skuldi vera í ungarska høvuðsstaðnum Budapest innan tvær vikur.
Dmitrij Peskov, talsfólk hjá russisku stjórnini sigur, at hóast útsagnirnar hjá Trump geva ábendingar um, at fundurin er avlýstur, er tað ikki so. Tørvur er kortini á meira fyrireiking til ein komandi fund millum Trump og Putin í Budapest.
– Forsetar kunnu ikki bert hittast fyri at hittast. Teir kunnu ikki bara spilla sína tíð, og tað ásanna teir, sigur Peskov, sum leggur afturat, at tað at fyrireika ein slíkan toppfund er ein fløkjaslig tilgongd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald