
Amerikanski forsetin, Donald Trump og ríkmaðurin Elon Musk fara ikki at tosa saman "í eina tíð", sigur Trump.
– Eg fari ikki at hugsa um Elon. Hann hevur ein trupulleika. Tann neyðars maðurin hevur ein trupulleika, sigur Trump sambært Ritzau.
Hósdagin funnust Trump og Musk hvassliga at hvørjumøðrum á sosialu miðlunum.
Musk hevur m.a. funnist at einum nýggjum lógarpakka hjá Trump, og Trump hevur sagt, at hann ætlar at uppsiga sáttmálar millum fyritøkurnar hjá Musk og amerikanska statin.
Musk hevur síðani hildið uppá, at Trump framgongur í skjølunum í sonevnda Epstein-málinum, sum snýr seg um Jeffrey Epstein, sum í 2019 varð handtikin og fongslaður í einum máli um misnýtslu av børnum.
Musk hevur annars verið ein stórur stuðul hjá Trump undir valstríðnum í fjør, og fram til 30. mai var hann eisini partur av umsitingini hjá Trump, tá hann stóð á odda fyri DOGE-deildini, sum hevði til endamáls at fremja sparingar í almenna geiranum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald