
Amerikanski forsetin, Donald Trump, fekk longu í mai mánaði at vita, at navn hansara framgongur í kanningarskjølunum viðvíkjandi illgitna og dømda vinnulívsmannin, Jeffrey Epstein.
Tað avdúkaði blaðið The Wall Street Journal í gjár.
Kunningin um, at Trump verður nevndur í skjølunum varð givin forsetanum av Pam Bondi, løgmálaráðkvinnu saman við embætisfólkum í løgmálaráðnum.
Wall Street Journal hevur tíðindini frá høgtstandandi embætisfólkum, og blaðið skrivar at løgmálaráðið kunnaði forsetan um sama mundið, sum hann tók avgerð um ikki at almannakunngera skjølini, sum hava tilknýti til Epstein-málið.
Avgerðin varð grundað á, at forsetin vildi verja ungdómin, ið var offur fyri kynsligu brotsverkunum, sum verða umrødd í skjølunum, skrivar finska kringvarpið, Yle.
Í juli boðaði løgmálaráðhi frá, at tey ikki fóru at almannakunngera nøkur skjøl við tilknýti til Epstein-kanningarnar.
Hatta var ein kúvending, tí bæði løgmálaráðkvinnan og forsetin frammanundan hava ført valstríð upp á at avdúka innihaldið í kanningunum.
Viðmerkjast skal, at tað at Trump er nevndur í skjølunum ikki er prógv um, at hann hevur gjørt nakað, sum kann knýtast til illgerðirnar, sum táverandi vinmaður hansara, Jeffrey Epstein, seinni varð dømdur fyri.
Epstein varð dømdur fyri menniskjahandil og kynslig brotsverk. Hann doyði í fongsulsklivanum í 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald