Innanlands

Trupulleikar av hettumanni í Klaksvík

Myrkklæddur maður lúrir inn í hús og er eisini sæddur inni í húsum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-09-22 20:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Søgan um sonevnda "hettumannin" hevur gingið í Klaksvík seinastu tíðina, og tað hevur fingið borgarstjóran at fara til løgregluna við málinum.

Frihedsbrevet skrivar um málið. Dømi eru um, at ein ókendur myrkklæddur maður lúrir inn í fleiri hús, og hann er eisini sæddur inni í nøkrum húsum.

Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, sigur við Frihedsbrevet, at hann eftir ein teldupost frá einari mammu, valdi at fara til løgregluna.

Fleiri kvinnu eru einsamallar heima við børnunum, tí menninir sigla úti, og kenna seg tí ótryggar í býnum, sigur hann. Hann hevur heitt á løgregluna um at taka málið í størsta álvara og finna "hettumannin".

Løgreglan váttar fyri Frihedsbrevet, at tvær ítøkiligar hendingar eru meldaðar í málinum, og fólk eru avhoyrd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder