Innanlands

Trupulleikar við vatninum í Hósvík - gera alt fyri at fáa tað í rættlag

Íbúgvarnir í Hósvík verið uttan vatn fleiri ferðir um jólini og nú aftur aftaná jól. Hetta er sjálvandi ikki nøktandi fyri hósvíkingar, og er kommunan sera hørm um tað - bæði við manglandi kunning og at arbeiði hevur gingist so illa

Fyrsta stigi er at fáa sett brunnarnar til, so vatngoymslan er størri, og at hósvíkingar ikki missa vatnið um proppur kemur í vatninntakið. Møguligir framtíðar trupulleikar skulu eisini loysast

Fyrsta stigi er at fáa sett brunnarnar til, so vatngoymslan er størri, og at hósvíkingar ikki missa vatnið um proppur kemur í vatninntakið. Møguligir framtíðar trupulleikar skulu eisini loysast

2023-01-05 13:41 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Arbeiðið hjá Sunda kommunu við at fáa vatnbrunnarnar í Hósvík tiknar í brúk aftur innan ársskiftið, bar ikki á mál. Og tí hava íbúgvarnir í Hósvík verið uttan vatn fleiri ferðir um jólini, og nú aftur aftaná jól.

Hetta er sjálvandi ikki nøktandi fyri hósvíkingar, og er kommunan sera hørm um, bæði við manglandi kunning og at arbeiði hevur gingist so illa. Vit arbeiða nú við avbjóðingunum við vatninum.

Fyrsta stigi er at fáa sett brunnarnar til, so vatngoymslan er størri og at hósvíkingar ikki missa vatnið um proppur kemur í vatninntakið.

Annað stig er at vatninntakið verður flutt og broytt, soleiðis at hendan støðan við at proppur kemur í, ikki kann koma fyri. Hetta arbeiði verður gjørt tá ið tað er turt, so einaferð seinni í vár ella í summar.

Triðja stigi verður at fáa eitt eyka inntak við pumpuskipan, til ovastu húsini og komandi útstykkingar. Hetta skal loysa framtíðar trupulleikar, sum kundu komi.

Enn fáa hósvíkingar vatn úr gamla vatnbrunninum, og arbeiðsfólk hjá Sunda kommunu gera alt fyri at fáa vatnið í rættlag.

Sunda kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder