Innanlands

Trý ára gamal drongur rýmdi heimanífrá

Løgreglan fann hann tó aftur í øllum góðum

2019-01-28 20:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Helst tað ringasta, sum smábarnaforeldur kunnu koma út fyri, er at missa barnið burtur.

Tað hendi fyri eini foreldur í Havn í dag, men tíbetur endaði søgan í øllum góðum.

Tað var ein trý ára gamal smádrongur, sum spældi sær í kavanum uttan fyri heimið seinnapartin í dag.

Men knappliga er drongurin ikki at síggja. Foreldrini leita og rópa, men finna einki. Tí varð ringt til løgregluna fyri at fáa hjálp. Fráboðanin kom til løgregluna um hálvgun fimm tíðina.

Løgreglan sendi eina patrúlju út í grannalagið at hjálpa til við leitingini. Og tað vardi ikki leingi, til smádrongurin varð funnin aftur í øllum góðum.

Hann var farin sær ein túr í kavaveðrinum, og var náddur at ganga einar 300 til 400 metrar frá heiminum áðrenn hann var funnin av ’øvrigheitini’ og kundi latast teimum óttafullu foreldrunum aftur í øllum góðum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder