2025-05-21 15:24

Nógvur hiti kann vera ov vandamikil, og seinastu árini hava ymiskar hitabylgjur rakt eisini evropeisk lond.
Ov nógv regn og áarføri kann sannilga eisini vera vandamikið.
Hetta hava tey í Le Lavandou í Suðurfraklandi veruliga verið noydd at sanna í hesi vikuni.
Bretska BBC skrivar, at minst trý fólk hava latið lív í fronsku kommuni, sum hevur verið serliga hart rakt av ógvusliga regninum í sunnara parti av landinum.
Í kommununi við strondina, sum liggur tætt við Saint-Tropez, kom avfallið uppá ein tíma so langt upp sum á 256 millimetrar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald