2024-07-15 08:25
Seint í gjárkvøldið var løgreglan úti og kannaði ferðsluna á Sandavágshálsi, og í hesum sambandi vórðu trý mál skrivað.
Tveir bilførarar fingu klipp fyri at koyra ov skjótt. Teir koyrdu ávikavist 105 og 110 kilometrar um tíman.
Ein triði bilførari fekk eisini klipp fyri at nýta handhildna telefon, meðan hann koyrdi.
Ein bilførari í Klaksvík varð eisini tikin fyri at koyra ávirkaður í nátt, og er hann nú skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Annars hevur náttin verið rættiliga friðarlig, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald