Innanlands

Trý klipp í gjár

Ein yvirhálaði, og tveir koyrdu ov skjótt – Eisini varð ein skuldsettur fyri at koyra ávirkaður

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-12-12 08:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið hevur løgreglan verið úti og kannað ferðsluna, og í hesum sambandi vórðu fýra mál skrivað.

Við tunnilsmunnan til Kollafjarðartunnilin fekk ein bilførari klipp fyri eina ólógliga yvirháling, og á Velbastaðvegnum, fingu tveir bilførarar klipp fyri at koyra ov skjótt.

Bilførararnir koyrdu á einum strekki, har mest loyvda ferðin er 60 kilometrar um tíman, men ferðin hjá teimum báðum varð máld til 77 kilometrar um tíman.

Fjórði bilførarin varð tikin í nátt um klokkan hálvgum tvey. Hann varð steðgaður á Skálafjørðinum, og vísti tað seg, at hann var ávirkaður av rúsevnum.

Hann varð handtikin, blóðroynd varð tikin, og síðani varð hann leyslatin og skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder