Innanlands

Trý klipp í Klaksvík

Í gjárkvøldið vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri ymisk lógarbrot í Klaksvík, og tíðliga í morgun varð ein bilførari í Havn tikin fyri at koyra ávirkaður

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-08-04 11:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið var løgreglan úti og kannaði ferðsluna í Klaksvík, og í hesum sambandi vórðu trý mál skrivað, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Tveir bilførarar brúktu fartelefon, meðan teir koyrdu, og ein hevði eitt barn, sum ikki sat íbundið. Allir tríggir fingu klipp í koyrikortið.

Nakað eftir klokkan fimm í morgun varð ein bilførari steðgaður í høvsuðsstaðnum, og tað vísti seg, at hann var ávirkaður. Hann er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, og blóðroynd er tikin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder