2026-01-17 09:45
Fríggjadag fyrrapart var løgreglan úti og kannaði ferðsluna í Havn og í Eysturoynni, og har vórðu fýra mál skrivað.
Í Havn fingu tveir bilførarar klipp fyri at koyra øvugtan veg í einari rundkoyring við Glasir.
Á Fuglafjarðarvegnum fekk ein bilførari treytaða frádøming fyri at koyra ov skjótt. Mest loyvda ferðin er 80 kilometrar um tíman, men hesin hevur koyrt yvir 110 kilometrar um tíman.
Í Søldarfirði fekk ein bilførari klipp fyri at koyra 78 kilometrar um tíman, har mest loyvda ferðin er 50 kilometrar um tíman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald