Innanlands

Trý klipp við Gøtugjógv

Seinnapartin í gjár vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-08-17 11:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið hevur sum heild verið friðarligt, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.

Í gjár vórðu tó nakrir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt í bygdum øki.

Tað var seinnapartin í gjár millum klokkan 16 og 18, at løgreglan var úti og gjørdi ferðmátingar við Gøtugjóv, og har vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ávikavist 75, 76 og 78 kilometrar um tíman, hóast mest loyvda ferðin bert var 50.

Teir fáa allir klipp í koyrikortið, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder