Innanlands

Trý tey fyrstu hava fingið masterprógv í leiðslu og skipan

Útbúgvingin er skipað soleiðis, at tey lesandi taka hana, meðan tey røkja síni størv annars. Annar árgangurin er í gongd

Helga Foldbo, virkisgreinari í Undirvísingarstýrinum, Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, og Mortan Zachariassen, deildarleiðari í Undirvísingarstýrinum, hava sum tey fyrstu fingið masterprógv í Leiðslu og Skipan á Setrinum. Her standa tey millum Súsonnu Olsen, útbúgvingarleiðara, og Ingibjørg Berg, námslektara á Søgu- og samfelagsdeildini (Mynd: setur.fo)

Helga Foldbo, virkisgreinari í Undirvísingarstýrinum, Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, og Mortan Zachariassen, deildarleiðari í Undirvísingarstýrinum, hava sum tey fyrstu fingið masterprógv í Leiðslu og Skipan á Setrinum. Her standa tey millum Súsonnu Olsen, útbúgvingarleiðara, og Ingibjørg Berg, námslektara á Søgu- og samfelagsdeildini (Mynd: setur.fo)

2025-01-16 21:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánadagin 13. januar 2025 vóru tey fyrstu trý lesandi á leiðsluútúgvingini á Setrinum til endaliga próvtøku, har tey vardu sína masterritgerð.

Hesum boðar Fróðskaparsetur Føroya frá á heimasíðu sínari. 

Talan er um trý fólk. sum øll hava høg størv, men sum hava fingið tikið hesa "nýggju" útbúgvingina í millum annað vikuskiftum. Útbúgvingin er skipað soleiðis, at tey lesandi taka hana, meðan tey røkja síni størv annars.

Tey trý, sum nú hava staðið masterprógv í leiðslu, eru Helga Foldbo, virkisgreinari í Undirvísingarstýrinum, Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, og Mortan Zachariassen, deildarleiðari í Undirvísingarstýrinum.

- Tey hava hesi seinastu umleið trý árini lisið á Setrinum áleið triðjahvørt vikuskifti, har tey hava tikið átta modul í leiðslu, sum samlað geva teimum 120 ECTS-stig. Harvið hava tey staðið eina fulla masterútbúgving í leiðslu. Hesi trý lesandi skara framúr, tí tey hava gjørt seg lidnan við útbúgvingina eitt hálvt ár fyrr enn hini, sum verða liðug í summar. 

- Við hesi útbúgvingini fáa tey lesandi hollar og nútímans leiðsluførleikar á universitetstigi, sum svarar til MBA uttanlands, umframt at tey læra at vera leiðari í einari smátjóð sum okkara og leiðslu í einum føroyskum samanhangi.

Afturboðanin frá lesandi hevur verið frálík, skrivar setur.fo.

Fróðskaparsetrið greiðir frá, at eftirútbúgvingar á masterstigi í Danmark mangan telja 60 ECTS-stig. Fróðskaparsetur Føroya hevur valt at gera føroysku leiðsluútbúgvingina longri, men í tveimum pørtum, har ein kann steðga, tá ein hevur ognað sær 60 ECTS-stig og harvið eitt Diplom í leiðslu á masterstigi. Ein kann eisini halda fram og taka 60 ECTS-stig aftrat og tá fáa eitt fult masterprógv í leiðslu. Tað er hetta seinasta, sum tey fyrstu trý nú hava staðið. 

Árgangurin hjá teimum trimum var tann fyrsti, sum í august 2021 fór undir masterlestur í leiðslu á Setrinum. 

Annar árgangur, sum nú fer undir at skriva fyrstu stóru uppgávuna, sum er Diplom á masterstigi, varð innskrivaður til lestur í august 2023. Í løtuni eru 25 lesandi á útbúgvingini.  

Triðju ferð, at Setrið tekur lesandi upp til leiðsluútbúgvingina, verður í august 2025.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder